
Vit eru Areas
Fyritøkan varð fyrst stovnað, sum entreprenørvirkið í 2021, men menninir handan fyritøkuna hava nógv ár í byggivinnuni og hava seinastu árini staðið á odda fyri størri verkætlanum innan betongarbeiðið o.a.
Areas koma við drúgvum royndum og hollari tænastu til byggivinnuna. Okkara eigara toymi, sum er mannað við fýra dugnaligum fakmonnum, kunnu bjóða dygdargóð úrslit innan bæði betong- og timburarbeiði, samstundis sum vit tryggja eina ómakaleysa og effektiva byggitilgongd. Um tað er ein stór verkætlan ella ein minni uppgáva, so tryggjar okkara serfrøði á økinum, at hvør smálutur verður stýrdur nágreiniliga.